Bólkaarbeiði

Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir skipaðu fyri bólkaarbeiði um førleikameting, har arbeitt var við ávísum spurningum, ið hava týdning tá førleikameting verður framd.

Fýra høvuðsevni vórðu umrødd:

1. Málbólkar og tørvurin hjá arbeiðsmarknaðinum á VPL:

  • Í hvørjum sektorum av vinnuni heldur tú, at nógvir einstaklingar eru, ið hava fingið viðkomandi førleikar til tess at kunna verða førleikamettir?
  • Hvussu samsvarar hetta við tørvin á førleikum á arbeiðsmarknaðinum?
  • Hvør málbólkur heldur tú hevur størsta týdningin í sambandi við VPL?

2. Atgongd til førleikamenning ella útbúgving aftan á førleikametingina:

  • Er tørvur á serstøkum skipanum og/ella stuðli til teirra, sum hava verið ígjøgnum eina førleikameting?
  • Eru møguleikar í útbúgvingunum, sum longu eru í formligu skúlaskipanini?

3. Dygdin í førleikametingini – VPL-skipanini:

  • Hvussu stóran dent skulu vit leggja á dygdarspurningar í førleikametingar tilgongdini (VPL processes), hvussu skulu hesi viðurskifti handfarast, og hvør skal gera tað?
  • Um einstaklingur ætlar at gera viðmerkingar ella at kæra um tilgongdina, hvagar skal viðkomandi venda sær?
  • Hvussu verður álit bygdt upp millum áhugapartarnar?

4. Avbjóðingar, sum eru tengdar at verksetingini av einari vælvirkandi førleikametingarskipan – VPL:

  • Hvørjar atfinningar (grundaðar á fakta ella á kenslur/metingar) heldur tú kunnu koma til sjóndar í sambandi við at ein VPL skipan verður sett í verk?
  • Hvør fer serliga at koma við hesum atfinningum?
  • Hvørjir áhugapartar (vinnulív, skúlar, LLL miðstøðir ella stjórnarráð) eiga at samskipa eina slíka verksetan?

Fýra arbeiðsbólkar vórðu settir hendan seinna partin av degnum at viðgera evnini. Allir fýra bólkarnir fingu høvi at umrøða øll evnini, og ein samskipari varð settur at skriva niður og leiða kjakið. At enda løgdu samskipararnir fram niðurstøðu frá tí, sum varð umrøtt í teimum ymisku bólkunum. Her verður í stuttum tikið samanum sjónarmiðini.

Hvørjum vinnugreinum metir tú hava tey flestu ið kunnu førleikametast?

Fyrsti bólkurin vísti á handilsvinnuna og matvøruvinnuna. Næsti bólkurin vísti á barnagarðar og sjúkrarøkt, skrivstovuvinnuna og byggivinnuna. Triði bólkurin vísti á matvøruyrkið, byggivinnuna portøryrkið og maskinstar. Fjórði bólkurin vísti á, at tørvurin á førleikameting er í øllum vinnum, neyðugt verður at fara út og lata fólk sjálvi gera vart við tørvin. Bólkurin metti eisini, at til bar at hugsa geografiskt um tørvin og ikki bert í vinnugreinum.

Harumframt vóru útlendingar nevndir sum ein serstakur málbólkur, ið hava tørv á møguleika fyri at verða førleikamett.

Er tørvur á serstøkum tiltøkum at lofta teimum ið vera førleikamett tá tey eru førleikamett?

Nøkur sjónarhorn frá bólkunum vóru:

Í Føroyum mangla vit einhvørja skipan, ið svarar til Fræðslumiðstøðina í Íslandi, men til ber at tillaga verandi stovnar og skúlar til at gerast life long learning centers, eins og í Íslandi. Tað er ikki neyðugt at gera fleiri stovnar ella fyrisiting til endamálið var hildið.

Neyðugt verður at gera nøkur fleiri intensiv skeið, ið liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Samskipan manglar millum ymsu bólkarnar, soleiðis at teir fara at tosa sama mál og neyðugt verður at tillaga verandi lærlingaskipan til endamálið.

Hvussu tryggja vit dygd í førleikametingini? Hvussu tryggja vit álit á skipanina?

Nøkur sjónarmið frá bólkunum vóru:

At tørvur er at staðfesta um tørvur var á førleikametingini innan øll yrkir.

At top-down tilgongdin, har mmr/yrkisdepilin seta førleikametingina í verk, setir serligar treytir til semjur og samskifti millum allar partar.

At neyðugt er við eini sentralari skipan til at vegleiða tey, ið skulu førleikametast. At yrkisdepilin skal seta standardir at førleikameta eftir.

At neyðugt var at brúka røttu persónarnar at førleikameta, serliga skoðanarmeistararnar innan yrkisútbúgvingar vóru havdir á lofti.

Spurningurin um kærumøguleikar vóru eisini havdir á lofti innan aðrar útbúgvingar enn yrkisútbúgvingarnar.

Er møguleiki fyri atfinningum? Kunnu trupuleikar íkoma?

Nøkur sjónarmið vóru, at atfinningarnar fóru at koma frá vinnuni, tí at talan her kundi gerast um eina discount skipan samanborið við verandi skipan. Tí var mett, at tað hevði týdning at dentur var lagdur á fakliga dygd í skipanini frá byrjan.

Hvørjir áhugapartar skulu vera við?

Arbeiðsmarknaðurin, viðkomandi myndugleikar, mmr og lestararvegleiðarar vóru øll havd á lofti sum møguligir áhugabólkar í samstarvinum um førleikametingina.

—————————–

Úrslitið frá bólkaarbeiðinum, sum tveir av bólkasamskiparunum hava sent okkum aftan á seminarið:

Bólkur 2, har Hans Jacob Kollslíð var samskipari: Tak orðaskiftið í bólki 2 niður her.

Bólkur 3, har Hjalmar Hansen var samskipari: Tak niðurstøðu frá bólki 3 niður her.

Bólkur 4, har Deirdre Hansen var samskipari: Tak samandrátt frá arbeiði í bólki 4 niður her.