Innbjóðing og skrá

yd-nvl-logo

 

Seminar um førleikameting

Sum vit hava kunnað tykkum um áður, so skipa NVL og Yrkisdepilin fyri seminari um førleikameting dagarnar 31. august og 1. september 2016.

Seminarið fer at snúgva seg um førleikameting innan yrkisútbúgvingar, og er ætlað teimum, ið beinleiðis fara at taka sær av førleikametingini í verki, umframt teimum, ið varða av hesum útbúgving, so sum skúlaleiðslur, myndugleikar og vinna.

Á seminarinum verða framløgur, har høvi verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.

Eisini verður høvi at arbeiða í bólkum, har spurningar um førleikameting verða umrøddir og viðgjørdir, spurningar og evni, ið eitt nú snúgva seg um:

  • atgongd til førleikameting, og hvussu førleikameting kann verða nýtt í sambandi við at fullføra eina útbúgving
  • høvuðsavbjóðingar í sambandi við verksetan av førleikameting
  • hvørjir málbólkar kunnu hava fyrimun av førleikameting, og hvar á arbeiðsmarknaðinum, tørvurin á førleikameting ger um seg
  • førleikar, leiklutir og útbúgving av fólki, ið skal útinna førleikameting
  • hvussu kunnu vit tryggja dygdina í skipanini

Seminarið verður hildið á Parnassinum á Hotel Hafnia mikudagin 31. august, kl. 13-16 og heldur fram í skeiðshølunum hjá Námi við Hoyvíksvegin 72 hósmorgunin 1. september kl. 9-16. Seminarið er ókeypis.

NVL og Yrkisdepilin bjóða tær við hesum at vera væl komin til seminar um førleikameting.
Vinaliga boða frá luttøku skjótast til ber.

Vinaligar heilsanir

John Dalsgarð, samskipari av førleikametingini í Yrkisdeplinum

————————

Skrá fyri seminar um førleikameting

Mikudagur 31. august • Parnassið – Hotel Hafnia

13.00 Elisabeth Holm samskipari bjóðar væl komin og greiðir frá NVL samstarvinum – Framløgan hjá Elisabeth sæst her.

13.15 Rigmor Dam landsstýriskvinna setir seminarið – Røðan hjá Rigmor sæst her.

13.30 John Dalsgarð samskipari í Yrkisdeplinum greiðir frá arbeiðinum at fyrireika
og seta í verk førleikameting í Føroyum – Framløgan hjá John sæst her.

14.00 Deirdre Hansen greiðir frá lívlangari vegleiðing við tilknýti til førleikameting – Framløgan hjá Deirdre sæst her.

14.30 Kaffisteðgur

15.00 Edda Jóhannesdóttir frá Iðan og Haukur Harðarson frá Fræðslumiðstøð Atvinnulívsins í Íslandi greiða frá íslendsku skipanini við førleikameting – Framløgan hjá Eddu og Hauki sæst her.

Spurningar og viðmerkingar

16.00 Endi

Hósdagur 1. september • Skeiðshølið hjá Námi við Hoyvíksvegin 72

09.00 Olav Absalonsen og Finn Jensen útbúgvingarleiðarar á Glasi í Marknagili:
– Um at førleikameta innan skrivstovuyrkið – Framløgan hjá Olavi og Finni sæst her.

Andrias Jacobsen lærari á Glasi í Smiðjugerði:
– Um royndirnar at førleikameta innan timburyrkið – Framløgan hjá Andriasi sæst her.

Eyðun Gaard leiðari á Yrkisdeplinum:
– Um tørv og møguleikar at førleikameta innan onnur yrki – Framløgan hjá Eyðuni sæst her.

10.15 Kaffisteðgur

10.30 Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir greiða frá, hvussu íslendingar útinna
ella fremja førleikameting í Íslandi – Framløgurnar hjá Hauki og Eddu síggjast her.

11.00 Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir innleiða og vísa ta ítøkiligu tilgongdina
innan førleikameting – Framløgurnar hjá Hauki og Eddu síggjast her.

11.45 Døgurðatími: Bowlinghøllin

13.00 Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir skipa fyri bólkaarbeiði um førleikameting,
har arbeitt verður við ávísum spurningum, ið hava týdning tá førleikameting verður framd – Niðurstøður og framløgur frá bólkaarbeiði síggjast her.

13.45 Kaffisteðgur

15.20 Taka samanum áðrenn endað verður