Samandráttur

Samandráttur av seminari um førleikameting, 31. august og 01. september 2016

Mikudagur, 31. august, 2016

Elisabeth Holm samskipari av NVL samstarvinum bjóðaði vælkomin.

Elisabeth Holm legði serligan dent á, at leingi hevði verið sóknast eftir einum yvirskipaðum politikki tá tað snýr seg um vaksnamannaútbúgving í Føroyum. Hon vísti tó á, at nú vóru glottar at hóma, tí at vaksnamannaútbúgving verður beinleiðis nevnd í samgonguskjalinum.

Harumframt fegnaðist hon um, at hugt verður eftir Íslendska leistinum á økinum, tí at Ísland má metast vera ein fyrimynd á hesum økinum ið Føroyar kunnu læra av helt hon.

 

Rigmor Dam landsstýriskvinna setti seminarið.

Rigmor Dam helt fyri, at førleikametingin ferð at lata hurðar upp fyri tey mongu ið hava hildið seg aftur frá teirri formellu útbúgvingarskipanini. Hon nevndi útlendingar í Føroyum sum eitt serstakt dømi, har mong dømi eru um fólk við góðari útbúgving sum formelt skilir seg frá føroysku útbúgvingunum. Við førleikametingini fáa hesi fólkini eisini møguleika at fáa sínar førleikar mettar og fer hetta at geva teimum nýggjar møguleikar veruliga at gagnnýta sínar førleikar í Føroyum.

Landsstýriskvinnan legði dent á, at tað var sera týdningarmikið, at allir partar høvdu álit á hesi nýggju skipanini, soleiðis at talan ikki gerst um discount útbúgvingar, tí eigur stórur dentur at vera lagdur á fakliga dygd í førleikametingini.

At enda vísti hon á, at byrjað verður við yrkisútbúgvingunum, tí at her var tørvurin á førleikameting størstur.

 

John Dalsgarð samskipari í Yrkisdeplinum greiddi frá arbeiðinum at fyrireika
og seta í verk førleikameting í Føroyum

Framløgan hjá John Dalsgarð bar heitið “Óført fólk” og vísti hann á, at hetta hevði tveir týdningar, fyrst og fremst er boðskapurin at nógv fólk í Føroyum hava munagóðar førleikar, men í øðrum lagi merkir hetta,at hesir førleikar í dag ikki koma til sín rætt, tí teir ikki vera staðfestir. Tí er tørvur á eini slíkari skipan, metti hann.

Framløgan var annars ein rættuliga breið viðgerð av evninum og snúði seg m.a. um hvussu vit tryggja dygdina í einari førleikametingar tilgongd, hvørjar avbjóðingar vit hava í sambandi við verksetingina av førleikameting, og teir møguleikar, sum førleikameting hevur at bjóða teimum tilkomnu, ið ynskja at fara undir eina útbúgving ella at betra um støðu sína á arbeiðsmarknaðinum.

 

Deirdre Hansen vegleiðari á Fjarnámi í Klaksvík greiddi frá lívlangari vegleiðing við tilknýti til førleikameting

 Deirdre Hansen setti førleikametingina inn í eitt størri høpi og vísti á tørvin á skipaðari vegleiðing tá tað um lívlanga vegleiðing umræður. Hon metti frá egnum royndum sum vegleiðari, at týðandi manglar eru í føroyska samfelagnum á hesum økinum. Sum dømi vísti hon á útlendingar við munagóðum útbúgvingum, ið starvaðust á flakavirkið, uttan at vita, hvar til ber at venda sær fyri at fáa útbúgving sína metta.

Ein loysn kundi verið, at gjørt sum í fleiri av grannalondum okkara, har kommunurnar hava ábyrgd av at hava vegleiðandi samrøðu við allar tilflytarar, serliga um útbúgvingar og starvsmøguleikar, meinti hon.

 

Edda Jóhannesdóttir frá Iðan og Haukur Harðarson frá Fræðslumiðstøð Atvinnulívsins í Íslandi greiddu frá íslendsku skipanini við førleikameting

Framløgan hjá teimum báðum var ein yvirskipað lýsing av íslendsku førleikametingarskipanini.

Yvirskipað vístu tey á, at treytin fyri at vera førleikamettur í Íslandi er, at ein í minsta lagi er fyltur 23 ár og hevur 3 ár av royndum. Í veruleikanum er miðalaldurin tó 40 ár hjá teimum ið vera førleikamett.

Tey greiddu frá, at íslendska førleikametingarskipanin serliga var ætlað teimum, ið ikki hava tikið eina miðnámsútbúgving lidna, sonevndum “dropouts” í skipanini. Onnur enn hesin málbólkurin mugu rinda fyri at luttaka í skipanini. Í nógvum førum er talan um fólk, ið ofta av ringum royndum ikki hava álit á formellu útbúgvingarskipanini, men sum væl kundu hugsað sær at fingið prógv uppá sínar førleikar.

Í flestu førum duga hesi fólkini eina ørgrynnu, ið tey hava lært ígjøgnum drúgva tíð á arbeiðsmarknaðinum. Ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg tí eisini um at røkka út til henda málbólkin og geva honum nøktandi vegleiðing um sínar møguleikar.

Dentur varð lagdur á, at hóast til ber hjá londum at læra av hvørjum øðrum á økinum, so hevur tað alstóran týdning at lond gera sær sínar egnu royndir og skipanir á økinum.

 

Hósdagur, 01. september, 2016

 

Olav Absalonsen og Finn Jensen útbúgvingarleiðarar á Glasi í Marknagili:
– Um at førleikameta innan skrivstovuyrkið

Finn Jensen vísti á førleikamálini innan skrivstovuútbúgvingina sum sjálvt grundarlagi fyri førleikametingini á økinum. Spurningurin verður tó, um neyðugt verður at útgreina førleikamálini eitt sindur og gera tey meiri ítøkilig, soleiðis at betri ber til at førleikameta við teimum, spurdi hann.

Fylgisskjølini í námsskipanunum har lærugreinarnar eru nærru lýstar, kunnu tó nýtast sum hjálparamboð til at gera førleikamálini meiri ítøkilig; hetta tí, at førleikamálini eru knýtt at ávísu lærugreinunum í fylgisskjølunum, vísti Finn Jensen á.

Olav Absalonsen vísti á hugtøkini PCL (Prior Certified Learning) og PEL (Prior Experiential Learning). Hugsanin er, at tey sum starvast í vinnulívinum eisini læra eins og ein næmingur ger á skúlabeinki. Hann vísti á, at skúlin longu hevur royndir við at meta um førleikar hjá næmingum ið ikki lúka treytirnar til upptøku. Her verður ein upptøkuroynd fyriskipað. Eisini koma næmingar inn á búskaparbreytina hóast tey ikki lúka allar treytirnar, hetta verður gjørt við eini metandi samrøðu við umsøkjaran. Útlendingar eru eisini onnur dømi, har meting verður gjørd í samband við góðskriving, umframt frítøku um so er, at næmingar hava onnur líknandi skeið frá øðrum skúlum ella útbúgvingum.

 Olav Absalonsen legði dent á, at kunning, vegleiðing og stuðul verða fyrstu stigini. Síðani kemur sjálv metingin. Evsta ábyrgdin liggur tó hjá umsøkjaranum at prógva sínar førleikar metti hann.

 

Andrias Jacobsen lærari á Glasi í Smiðjugerði:
– Um royndirnar at førleikameta innan timburyrkið

 Andrias Jacobsen greiddi frá eini royndarverkætlan í 2012 við at førleikameta innan timburútbúgvingina. Talan var um tveir menn við drúgvum arbeiðsroyndum ið skuldu førleikametast innan fakið.

Andrias Jacobsen greiddi frá, at byrjað var við at gera ymsar ítøkiligar royndir saman við teimum báðum, har torleikastigi øktist fyri hvørja uppgávu. Í stuttum var niðurstøðan frá førleikametingini, at teir báðir høvdu nøktandi handaligar førleikar, meðan teir fylgdu almennu lærugreinarnar saman við næmingunum. Neyðugt var eisini at læra yrkisástøðiligu greinarnar.

Síðani var bert sveinaroyndin eftir og hon var avgreidd saman við øðrum, ið gjørdu sveinaroynd, vísti Andrias Jacobsen á.

 

Eyðun Gaard leiðari á Yrkisdeplinum:
– Um tørv og møguleikar at førleikameta innan onnur yrki

 Eyðun Gaard vísti á tørvin á førleikameting við støði í hagtølum frá manntali. Tølini vísa, at sløk 4000 fólk ikki hava víðari útbúgving. Eitt nú vísa tølini, at sløk 800 fólk uttan útbúgving starvast innan skrivstovu og handil. Tølini frá ALS vísa eisini, at nógv tey flestu, ið eru arbeiðsleys, eru ófaklærd. Nógv av hesum hava uttan iva royndir, ið kunnu førleikametast, og er hetta ein av orsøkunum til, at farið var undir at raðfesta førleikameting, metti hann.

 Eyðun Gaard legði dent á, at undirstøðukervið skal vera liðugt, áðrenn farast kann undir sjálva metingina. Serliga skulu førleikamálini útgreinast, soleiðis at tey kunnu nýtast ítøkiliga at meta við. Miðað verður ímóti, at hava skrivstovuútbúgvingina klára til í vár, vísti hann á.

 

Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir greiddu frá, hvussu íslendingar útinna ella fremja førleikameting í Íslandi

 Tey bæði greiddu hendan seinna dagin frá sjálvari tilgongdini, tá førleikameting verður framd í Íslandi.Í stuttum ber til at siga, at øll tilgongdin tekur vanliga einar 6 vikur. Talan er um fýra stig.

Fyrsta stigi er ein sonevnd “screening”, har umsøkjarin verður kunnaður um mannagongdir, lista við førleikamálum, umframt at umsøkjarin greiðir frá sær sjálvum. Her verður stundum ein bólkur av fakfólkum settur saman at taka sær av hesum.

 Næsta stigi er kortleggjan av førleikum og sjálvsmeting. Á hesum stiginum er týdningarmikið, at umsøkjarin gerst varugur við, hvat viðkomandi í roynd og veru dugir. Til sjálvsmetingina verður ein checklisti nýttur. Vanligt er, at tann førleikametti undirmetir seg sjálvan á hesum stignum, tó at tað kemur fyri, at summi yvirmeta sínar førleikar. Tey løgdu í hesum sambandi dent á, at talan er ikki um nakra sonevnda discount skipan, og tí er umráðandi at fáa tey, ið skulu førleikametast, at meta rætt um seg sjálvi. Alt hetta tekur vanliga 3-4 dagar, her er talan um einar 2-4 tímar hvønn dagin. Stundum vera check listarnir tiknir heim við. Høvuðsendamálið er at fáa tann, ið skal førleikametast til at reflektera yvir støðuna sjálvur.

 Triðja stigi er sjálv førleikametingin. Her hevur tað stóran týdning, at tey, ið standa fyri førleikametingini hava nøktandi førleikar og álit frá skipanini sum heild. Stundum er neyðugt við fleiri førleikametarum, alt eftir, hvussu nógv ymsar sergreinar í fakinum viga. Dentur verður lagdur á, at fólk kenna seg væl, tí er førleikametingin ofta rættuliga óformell og er skipað sum eitt prát millum javnbjóðis partar. Ymsir lutir eru ofta partur av metingini, her kann talan vera um ítøkiligar lutir, myndir, tekningar osfv, har luttakarin so skal útgreina hví og hvussu hesi hanga saman. Hetta verður útint ymiskt alt eftir hvørji háttløg førleikametarin nýtir.

 Fjórða stigi kann vera verifisering. Hetta kemur fyri um førleikametarin metir, at tað er neyðugt at endurskoða okkurt í metingini. Hetta kemur tó sjálvdan fyri.

 At enda fær førleikametti eina viðurkenning av sínum førleikum. Eftir hetta veður dentur lagdur á, at førleikametti fær nøktandi vegleiðing um sínar møguleikar víðari. Ein ítøkilig ætlan fyri hvønn einstøkan verður gjørd saman við viðkomandi. Ein slík ætlan inniheldur eitt nú skeið, tíðarkarm osfv.

 

Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir skipaðu fyri bólkaarbeiði um førleikameting, har arbeitt var við ávísum spurningum, ið hava týdning tá førleikameting verður framd.

 Fýra arbeiðsbólkar vóru settir hendan seinna partin av degnum at viðgera ymsar spurningar í hesum sambandi, niðanfyristandandi spurningar vóru valdir burturúr at viðgera. At enda legði eitt umboð úr hvørjum bólki fram vegna bólkin. Her verður í stuttum tikið samanum sjónarmiðini.

Hvørjum vinnugreinum metir tú hava tey flestu ið kunnu førleikametast?

Fyrsti bólkurin vísti á handilsvinnuna og matvøruvinnuna. Næsti bólkurin vísti á barnagarðar og sjúkrarøkt, skrivstovuvinnuna og byggivinnuna. Triði bólkurin vísti á matvøruyrkið, byggivinnuna portøryrkið og maskinstar. Fjórði bólkurin vísti á, at tørvurin á førleikameting er í øllum vinnum, neyðugt verður at fara út og lata fólk sjálvi gera vart við tørvin. Bólkurin metti eisini, at til bar at hugsa geografiskt um tørvin og ikki bert í vinnugreinum.

Harumframt vóru útlendingar nevndir sum ein serstakur málbólkur, ið hava tørv á møguleika fyri at verða førleikamett.

Er tørvur á serstøkum tiltøkum at lofta teimum ið vera førleikamett tá tey eru førleikamett?

Nøkur sjónarhorn frá bólkunum vóru:

Í Føroyum mangla vit einhvørja skipan, ið svarar til Fræðslumiðstøðina í Íslandi, men til ber at tillaga verandi stovnar og skúlar til at gerast life long learning centers, eins og í Íslandi. Tað er ikki neyðugt at gera fleiri stovnar ella fyrisiting til endamálið var hildið.

Neyðugt verður at gera nøkur fleiri intensiv skeið, ið liggja uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Samskipan manglar millum ymsu bólkarnar, soleiðis at teir fara at tosa sama mál og neyðugt verður at tillaga verandi lærlingaskipan til endamálið.

Hvussu tryggja vit dygd í førleikametingini? Hvussu tryggja vit álit á skipanina?

Nøkur sjónarmið frá bólkunum vóru:

At tørvur er at staðfesta um tørvur var á førleikametingini innan øll yrkir.

At top-down tilgongdin, har mmr/yrkisdepilin seta førleikametingina í verk, setir serligar treytir til semjur og samskifti millum allar partar.

At neyðugt er við eini sentralari skipan til at vegleiða tey, ið skulu førleikametast. At yrkisdepilin skal seta standardir at førleikameta eftir.

At neyðugt var at brúka røttu persónarnar at førleikameta, serliga skoðanarmeistararnar innan yrkisútbúgvingar vóru havdir á lofti.

Spurningurin um kærumøguleikar vóru eisini havdir á lofti innan aðrar útbúgvingar enn yrkisútbúgvingarnar.

Er møguleiki fyri atfinningum? Kunnu trupuleikar íkoma?

Nøkur sjónarmið vóru, at atfinningarnar fóru at koma frá vinnuni, tí at talan her kundi gerast um eina discount skipan samanborið við verandi skipan. Tí var mett, at tað hevði týdning at dentur var lagdur á fakliga dygd í skipanini frá byrjan.

Hvørjir áhugapartar skulu vera við?

Arbeiðsmarknaðurin, viðkomandi myndugleikar, mmr og lestararvegleiðarar vóru øll havd á lofti sum møguligir áhugabólkar í samstarvinum um førleikametingina.