Innbjóðing og skrá sep 2018

Seminar um førleikameting og vegleiðing

20. september kl. 9.00-12.00 í Smæruni í Havn

Seminarið vendir sær til øll tey, sum arbeiða við ella á onkran hátt varða av útbúgving, læring og arbeiðmarknaði, har førleikameting, vegleiðing og lívlong læring kunnu vera viðkomandi. 

2o. og 21. september hava norðurlendsku netverkini undir NVL, sum varða av ávikavist vegleiðing og førleikameting, netverksfund í Føroyum. Talan er um tvey av sonevndu serfrøðinganetverkunum í sambandi við vaksnamannalæring. Eitt kærkomið høvi er tað tí, at kunna bjóða áhugaðum í Føroyum, til seminar saman við hesum báðum netverkum, har evni snýr seg um vegleiðing og førleikameting í breiðari merking.

Seminarið verður skipað við framløgum og verkstovum. Í framløgunum verður greitt frá arbeiðinum at skipa førleikameting í Føroyum, og limir í netverkunum fara at greiða frá, hvussu tey ymisku norðurlondini arbeiða við førleikameting og í tí sambandi eisini við vegleiðing.

Í verkstovunum verður høvi at fara í dýpdina við nøkrum av teimum spurningum, ið eru knýttir at evnunum, sum framløgurnar snúgva seg um.

Tað eru NVL, vetverkini fyri førleikameting og vegleiðing og Yrkisdepilin, sum skipa fyri seminarinum, ið verður hildið í Smæruni í Havn. NVL er norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving. Yrkisdepilin er eind í Mentamálaráðnum, ið umsitur yrkisýtbúgvingar, førleikameting og vegleiðing í tí sambandi.

Skrá:

8.30-9.00         Skráseting

9.00-9.05         Rigmor Dam landstýriskvinna bjóðar vælkomin

9.05-9.15         Svante Sandell greiðir frá um NVL

9.15-9.25         Førleikameting og vegleiðing í Føroyum í dag og frameftir

9.25-10.25       Netverkini leggja fram við støði í hesum evnum:

  • Førleikameting í Norðurlondum og Evropa – royndir og avbjóðingar
    • Lívlong vegleiðing og karrieruvegleiðing
    • Vegleiðing í sambandi við førleikametingina – royndir og avbjóðingar
  • Roadmap 2018 – Ein ætlan til londini at røkka málunum fyri førleikametingini

10.25-10.40     Kaffisteðgur

10.40-11.40     Verkstovur, har farið verður í dýpdina við ávísum viðkomandi spurningum

11.40-12.00     Niðurstøður frá verkstovunum

Nordisk Netværk for Voksnes Læring