Raunfarnimat á Íslandi – 1. partur

haukur_edda

Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir greiða frá, hvussu íslendingar skipa sína førleikameting

Framløga, sum Haukur Harðarson ráðgevi í førleikameting á Fræðslumiðstöð Atvinnulífsins og Edda Jóhannesdóttir vegleiðari í frøleikameting á Iðan í Íslandi høvdu, tá seminarið var sett á Hafnia 31. august 2016

Framløgan hjá teimum báðum var ein yvirskipað lýsing av íslendsku førleikametingarskipanini.

Yvirskipað vístu tey á, at treytin fyri at vera førleikamettur í Íslandi er, at ein í minsta lagi er fyltur 23 ár og hevur 3 ár av royndum. Í veruleikanum er miðalaldurin tó 40 ár hjá teimum ið vera førleikamett.

Tey greiddu frá, at íslendska førleikametingarskipanin serliga var ætlað teimum, ið ikki hava tikið eina miðnámsútbúgving lidna, sonevndum “dropouts” í skipanini. Onnur enn hesin málbólkurin mugu rinda fyri at luttaka í skipanini. Í nógvum førum er talan um fólk, ið ofta av ringum royndum ikki hava álit á formellu útbúgvingarskipanini, men sum væl kundu hugsað sær at fingið prógv uppá sínar førleikar.

Í flestu førum duga hesi fólkini eina ørgrynnu, ið tey hava lært ígjøgnum drúgva tíð á arbeiðsmarknaðinum. Ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg tí eisini um at røkka út til henda málbólkin og geva honum nøktandi vegleiðing um sínar møguleikar.

Dentur varð lagdur á, at hóast til ber hjá londum at læra av hvørjum øðrum á økinum, so hevur tað alstóran týdning at lond gera sær sínar egnu royndir og skipanir á økinum.

Framløgan kann takast niður her!

Kunnandi tilfar um Fræðslumiðstöð Atvinnulífsins

Yvirlit yvir íslendska mátan at fremja førleikametingartilgongdina

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *