Samstarv um vaksnamannalæring

Elisabeth Holm samskipari av NVL samstarvinum bjóðaði vælkomin.

Elisabeth Holm legði serligan dent á, at leingi hevði verið sóknast eftir einum yvirskipaðum politikki tá tað snýr seg um vaksnamannaútbúgving í Føroyum. Hon vísti tó á, at nú vóru glottar at hóma, tí at vaksnamannaútbúgving verður beinleiðis nevnd í samgonguskjalinum.

Harumframt fegnaðist hon um, at hugt verður eftir Íslendska leistinum á økinum, tí at Ísland má metast vera ein fyrimynd á hesum økinum ið Føroyar kunnu læra av helt hon.

—————–

Niðan fyri eru leinki til framløguna hjá Elisabeth Holm, umframt til ta sonevndu Poul Nielsen frágreiðingina “Working life in the Nordic region – Challenges and proposals” og til fráboðanina frá Evropanevndini um eina nýggja ætlan viðvíkjandi yrkisførleikum í Evropa.

nvl_forleikameting_2016

poul_nielsen_fragreidingin

skills_agenda_2016

Førleikameting innan skrivstovuyrkið

Olav Absalonsen og Finn Jensen útbúgvingarleiðarar á Glasi í Marknagili:
– Um at førleikameta innan skrivstovuyrkið

Finn Jensen vísti á førleikamálini innan skrivstovuútbúgvingina sum sjálvt grundarlagi fyri førleikametingini á økinum. Spurningurin verður tó, um neyðugt verður at útgreina førleikamálini eitt sindur og gera tey meiri ítøkilig, soleiðis at betri ber til at førleikameta við teimum, spurdi hann.

Fylgisskjølini í námsskipanunum har lærugreinarnar eru nærru lýstar, kunnu tó nýtast sum hjálparamboð til at gera førleikamálini meiri ítøkilig; hetta tí, at førleikamálini eru knýtt at ávísu lærugreinunum í fylgisskjølunum, vísti Finn Jensen á.

Olav Absalonsen vísti á hugtøkini PCL (Prior Certified Learning) og PEL (Prior Experiential Learning). Hugsanin er, at tey sum starvast í vinnulívinum eisini læra eins og ein næmingur ger á skúlabeinki. Hann vísti á, at skúlin longu hevur royndir við at meta um førleikar hjá næmingum ið ikki lúka treytirnar til upptøku. Her verður ein upptøkuroynd fyriskipað. Eisini koma næmingar inn á búskaparbreytina hóast tey ikki lúka allar treytirnar, hetta verður gjørt við eini metandi samrøðu við umsøkjaran. Útlendingar eru eisini onnur dømi, har meting verður gjørd í samband við góðskriving, umframt frítøku um so er, at næmingar hava onnur líknandi skeið frá øðrum skúlum ella útbúgvingum.

Olav Absalonsen legði dent á, at kunning, vegleiðing og stuðul verða fyrstu stigini. Síðani kemur sjálv metingin. Evsta ábyrgdin liggur tó hjá umsøkjaranum at prógva sínar førleikar metti hann.

————————–

Niðan fyri er leinki til yvirlit yvir tað, sum Finn og Olav løgdu fram í sambandi við at farið er undir at fyrireika førleikameting innan skrivstovuyrkið.

forleikameting-1-sep

Førleikameting innan timburyrkið

sveinastykki_timbur

Dømi um sveinastykki frá førleikameting og førleikamenning innan timbyrfakið í 2012

Andrias Jacobsen lærari á Glasi í Smiðjugerði:
– Um royndirnar at førleikameta innan timburyrkið

Andrias Jacobsen greiddi frá eini royndarverkætlan í 2012 við at førleikameta innan timburútbúgvingina. Talan var um tveir menn við drúgvum arbeiðsroyndum ið skuldu førleikametast innan fakið.

Andrias Jacobsen greiddi frá, at byrjað var við at gera ymsar ítøkiligar royndir saman við teimum báðum, har torleikastigi øktist fyri hvørja uppgávu. Í stuttum var niðurstøðan frá førleikametingini, at teir báðir høvdu nøktandi handaligar førleikar, meðan teir fylgdu almennu lærugreinarnar saman við næmingunum. Neyðugt var eisini at læra yrkisástøðiligu greinarnar.

Síðani var bert sveinaroyndin eftir og hon var avgreidd saman við øðrum, ið gjørdu sveinaroynd, vísti Andrias Jacobsen á.

———————–

Tak framløguna hjá Andrias Jacobsen niður her.