Tørvur og møguleikar innan ymisk yrki

eydun_leggur_fram

Framløga, sum Eyðun Gaard fyrisitingarleiðari í Yrkisdeplinum hevði, tá seinni seminardagur byrjaði 1. sep. 2016

Eyðun tók støði í teimum útbúgvingarhagtølum, sum vísa fakligu og útbúgvingarligu støðuna hjá føroysku arbeiðsfjøldini og harvið tí samlaða føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Hann vísti á tørvin á førleikameting við støði í hagtølum frá manntali. Tølini vísa, at sløk 4000 fólk ikki hava víðari útbúgving. Eitt nú vísa tølini, at sløk 800 fólk uttan útbúgving starvast innan skrivstovu og handil. Tølini frá ALS vísa eisini, at nógv tey flestu, ið eru arbeiðsleys, eru ófaklærd. Nógv av hesum hava uttan iva royndir, ið kunnu førleikametast, og er hetta ein av orsøkunum til, at farið var undir at raðfesta førleikameting, metti hann.

Eyðun Gaard legði dent á, at undirstøðukervið skal vera liðugt, áðrenn farast kann undir sjálva metingina. Serliga skulu førleikamálini útgreinast, soleiðis at tey kunnu nýtast ítøkiliga at meta við. Miðað verður ímóti, at hava skrivstovuútbúgvingina klára til í vár, vísti hann á.

Tak framløguna hjá Eyðuni Gaard niður her.