Óført fólk – treytir og faklig dygd

Framløga, sum John Dalsgarð samskipari av førleikameting í Yrkisdeplinum hevði, tá seminarið um førleikameting var sett á Hotel Hafnia 31. august.

Framløgan snúði seg m.a. um, hvussu vit tryggja dygdina í einari førleikametingar tilgongd, hvørjar avbjóðingar, vit hava í sambandi við verksetingina av førleikameting, og teir møguleikar, sum førleikameting hevur at bjóða teimum tilkomnu, ið ynskja at fara undir eina útbúgving ella at betra um støðu sína á arbeiðsmarknaðinum.

framloga_jd_31-08-2016

Raunfarnimat á Íslandi – 1. partur

haukur_edda

Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir greiða frá, hvussu íslendingar skipa sína førleikameting

Framløga, sum Haukur Harðarson ráðgevi í førleikameting á Fræðslumiðstöð Atvinnulífsins og Edda Jóhannesdóttir vegleiðari í frøleikameting á Iðan í Íslandi høvdu, tá seminarið var sett á Hafnia 31. august 2016

Framløgan hjá teimum báðum var ein yvirskipað lýsing av íslendsku førleikametingarskipanini.

Yvirskipað vístu tey á, at treytin fyri at vera førleikamettur í Íslandi er, at ein í minsta lagi er fyltur 23 ár og hevur 3 ár av royndum. Í veruleikanum er miðalaldurin tó 40 ár hjá teimum ið vera førleikamett.

Tey greiddu frá, at íslendska førleikametingarskipanin serliga var ætlað teimum, ið ikki hava tikið eina miðnámsútbúgving lidna, sonevndum “dropouts” í skipanini. Onnur enn hesin málbólkurin mugu rinda fyri at luttaka í skipanini. Í nógvum førum er talan um fólk, ið ofta av ringum royndum ikki hava álit á formellu útbúgvingarskipanini, men sum væl kundu hugsað sær at fingið prógv uppá sínar førleikar.

Í flestu førum duga hesi fólkini eina ørgrynnu, ið tey hava lært ígjøgnum drúgva tíð á arbeiðsmarknaðinum. Ein stórur partur av arbeiðinum snýr seg tí eisini um at røkka út til henda málbólkin og geva honum nøktandi vegleiðing um sínar møguleikar.

Dentur varð lagdur á, at hóast til ber hjá londum at læra av hvørjum øðrum á økinum, so hevur tað alstóran týdning at lond gera sær sínar egnu royndir og skipanir á økinum.

Framløgan kann takast niður her!

Kunnandi tilfar um Fræðslumiðstöð Atvinnulífsins

Yvirlit yvir íslendska mátan at fremja førleikametingartilgongdina

Førleikameting innan skrivstovuyrkið

Olav Absalonsen og Finn Jensen útbúgvingarleiðarar á Glasi í Marknagili:
– Um at førleikameta innan skrivstovuyrkið

Finn Jensen vísti á førleikamálini innan skrivstovuútbúgvingina sum sjálvt grundarlagi fyri førleikametingini á økinum. Spurningurin verður tó, um neyðugt verður at útgreina førleikamálini eitt sindur og gera tey meiri ítøkilig, soleiðis at betri ber til at førleikameta við teimum, spurdi hann.

Fylgisskjølini í námsskipanunum har lærugreinarnar eru nærru lýstar, kunnu tó nýtast sum hjálparamboð til at gera førleikamálini meiri ítøkilig; hetta tí, at førleikamálini eru knýtt at ávísu lærugreinunum í fylgisskjølunum, vísti Finn Jensen á.

Olav Absalonsen vísti á hugtøkini PCL (Prior Certified Learning) og PEL (Prior Experiential Learning). Hugsanin er, at tey sum starvast í vinnulívinum eisini læra eins og ein næmingur ger á skúlabeinki. Hann vísti á, at skúlin longu hevur royndir við at meta um førleikar hjá næmingum ið ikki lúka treytirnar til upptøku. Her verður ein upptøkuroynd fyriskipað. Eisini koma næmingar inn á búskaparbreytina hóast tey ikki lúka allar treytirnar, hetta verður gjørt við eini metandi samrøðu við umsøkjaran. Útlendingar eru eisini onnur dømi, har meting verður gjørd í samband við góðskriving, umframt frítøku um so er, at næmingar hava onnur líknandi skeið frá øðrum skúlum ella útbúgvingum.

Olav Absalonsen legði dent á, at kunning, vegleiðing og stuðul verða fyrstu stigini. Síðani kemur sjálv metingin. Evsta ábyrgdin liggur tó hjá umsøkjaranum at prógva sínar førleikar metti hann.

————————–

Niðan fyri er leinki til yvirlit yvir tað, sum Finn og Olav løgdu fram í sambandi við at farið er undir at fyrireika førleikameting innan skrivstovuyrkið.

forleikameting-1-sep