Samstarv um vaksnamannalæring

Elisabeth Holm samskipari av NVL samstarvinum bjóðaði vælkomin.

Elisabeth Holm legði serligan dent á, at leingi hevði verið sóknast eftir einum yvirskipaðum politikki tá tað snýr seg um vaksnamannaútbúgving í Føroyum. Hon vísti tó á, at nú vóru glottar at hóma, tí at vaksnamannaútbúgving verður beinleiðis nevnd í samgonguskjalinum.

Harumframt fegnaðist hon um, at hugt verður eftir Íslendska leistinum á økinum, tí at Ísland má metast vera ein fyrimynd á hesum økinum ið Føroyar kunnu læra av helt hon.

—————–

Niðan fyri eru leinki til framløguna hjá Elisabeth Holm, umframt til ta sonevndu Poul Nielsen frágreiðingina “Working life in the Nordic region – Challenges and proposals” og til fráboðanina frá Evropanevndini um eina nýggja ætlan viðvíkjandi yrkisførleikum í Evropa.

nvl_forleikameting_2016

poul_nielsen_fragreidingin

skills_agenda_2016

Lívlong vegleiðing og førleikameting

Framløga, sum Deirdre Hansen vegleiðari í Fjarnámi í Klaksvík hevði, tá seminarið um førleikameting var sett á Hotel Hafnia 31. august.

Deirdre greiddi frá, hvønn leiklut lívlong vegleiðing hevur í sambandi við ta førleikameting, sum nú verður sett í verk í Føroyum.

Her ber til at taka framløguna hjá Deirdre Hansen niður:

vegleiding-og-forleikameting-gemt-automatisk

livlong-vegleiding-og-tilknyti-til-forleikameting-dh

Raunfarnimat á Íslandi – 2. partur

haukur_edda_2

Haukur Harðarson og Edda Jóhannesdóttir greiddu frá, hvussu íslendingar útinna ella fremja førleikameting í Íslandi

Tey bæði greiddu hendan seinna dagin frá sjálvari tilgongdini, tá førleikameting verður framd í Íslandi.Í stuttum ber til at siga, at øll tilgongdin tekur vanliga einar 6 vikur. Talan er um fýra stig.

Fyrsta stig er ein sonevnd “screening”, har umsøkjarin verður kunnaður um mannagongdir, lista við førleikamálum, umframt at umsøkjarin greiðir frá sær sjálvum. Her verður stundum ein bólkur av fakfólkum settur saman at taka sær av hesum.

Annað stig er kortleggjan av førleikum og sjálvsmeting. Á hesum stiginum er týdningarmikið, at umsøkjarin gerst varugur við, hvat viðkomandi í roynd og veru dugir. Til sjálvsmetingina verður ein checklisti nýttur. Vanligt er, at tann førleikametti undirmetir seg sjálvan á hesum stignum, tó at tað kemur fyri, at summi yvirmeta sínar førleikar. Tey løgdu í hesum sambandi dent á, at talan er ikki um nakra sonevnda discount skipan, og tí er umráðandi at fáa tey, ið skulu førleikametast, at meta rætt um seg sjálvi. Alt hetta tekur vanliga 3-4 dagar, her er talan um einar 2-4 tímar hvønn dagin. Stundum vera check listarnir tiknir heim við. Høvuðsendamálið er at fáa tann, ið skal førleikametast til at reflektera yvir støðuna sjálvur.

Triðja stig er sjálv førleikametingin. Her hevur tað stóran týdning, at tey, ið standa fyri førleikametingini hava nøktandi førleikar og álit frá skipanini sum heild. Stundum er neyðugt við fleiri førleikametarum, alt eftir, hvussu nógv ymsar sergreinar í fakinum viga. Dentur verður lagdur á, at fólk kenna seg væl, tí er førleikametingin ofta rættuliga óformell og er skipað sum eitt prát millum javnbjóðis partar. Ymsir lutir eru ofta partur av metingini, her kann talan vera um ítøkiligar lutir, myndir, tekningar osfv, har luttakarin so skal útgreina hví og hvussu hesi hanga saman. Hetta verður útint ymiskt alt eftir hvørji háttløg førleikametarin nýtir.

Fjórða stig kann vera verifisering. Hetta kemur fyri um førleikametarin metir, at tað er neyðugt at endurskoða okkurt í metingini. Hetta kemur tó sjálvdan fyri.

At enda fær førleikametti eina viðurkenning av sínum førleikum. Eftir hetta veður dentur lagdur á, at førleikametti fær nøktandi vegleiðing um sínar møguleikar víðari. Ein ítøkilig ætlan fyri hvønn einstøkan verður gjørd saman við viðkomandi. Ein slík ætlan inniheldur eitt nú skeið, tíðarkarm osfv.

Yvirlitið vísir gongdina, innihaldið og teir ymisku tættir, ið førleikameting í Íslandi fevnir um

Yvirlitið vísir gongdina, innihaldið og teir ymisku tættir, ið førleikameting í Íslandi fevnir um