Skeið í førleikameting 2018

17.-19. september 2018 skipaði Yrkisdepilin fyri skeiði í førleikameting fyri starvsfólk innan ymiskar útbúgvingar- og yrkisgreinar.

14 fingu prógv í førleikameting. Vinstrumegin frá: Annika Mellemgaard lestrarvegleiðari á Glasi, Haukur Harðarson lærari, Fjóla M. Lárusdóttir lærari, Anni Karttunen lærari, John Dalsgarð samskipari, Elisabeth Akursmørk leiðari fyri køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Vár í Ólavsstovu granskari og undirvísari á Fróðskaparsetri Føroya, Óli Wolles útbúgvingarleiðari á Miðnámi á Kambsdali, Johild Dulavík lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya, Poulina Poulsen lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya, Ester Poulsen vegleiðari á skúlanum á Fløtum, Olav Absalonsen útbúgvingarleiðari á Glasi, Steinfinn V. Jacobesen deildarleiðari fyri tøkni á Glasi, Magnus Norðberg deildarleiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska Skúla í Klaksvík, Kenneth Thorhauge lærari á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík. Maiken Skarðenni vegleiðari í Yrkisdeplinum og lærari á Tøknibreyt og á Tekniska Skúla í Klaksvík vantar á myndini.

14 fólk hava nú fingið prógv uppá, at tey hava serligar førleikar at skipa fyri førleikameting av førleikum, sum eru vunnir uttan fyri ta vanligu útbúgvingarskipanina.

Á skeiðinum fingu luttakararnir høvi til at arbeiða við ítøkiligum og gjørdum stakdømum og at leggja fram dømi úr eini førleikameting við serligum atliti at førleikametingartilgongdini.

Ein førleikametingartilgongd verður vanliga býtt sundur í fýra høvuðspartar, har starvsfólk við ymiskum førleikum og uppgávum arbeiða saman um at fáa førleikametingina framda.

Tað er Yrkisdepilin, ið umsitur málsøkið førleikameting. Sum partur av fyrireikingunum at seta í verk førleikameting í Føroyum, er umráðandi at vit hava starvsfólk við teimum neyðugu førleikunum. Førleikameting er eitt lutfalsliga nýtt hugtak í Føroyum, og enn hava vit ikki havt høvi at byggja upp tær nógvu verkligu royndirnar.

Hetta verður bøtt um nú, tí um nakrar fáar vikur verður farið undir at førleikameta innan skrivstovuútbúgvingar og matvøruútbúgvingar. Tá er umráðandi at førleikament starvsfólk eru, sum kunnu tryggja, at førleikametingin verður framd á høgum dygdarstigi.

Lærarar á skeiðinum vóru Anni Karttunen úr Finnlandi og Fjóla María Lárusdóttir og Haukur Harðarson úr Íslandi. Tey trý hava drúgvar royndir í at undirvísa og ráðgeva innan førleikameting. Tey eru øll partur av serfrøðinganevndini fyri førleikameting undir NVL, sum er norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving.